lørdag den 11. september 2010

Filmar sum eg gleði meg til at síggja:

The promise of a film, can often be better than the end result. But you always wait for the moment that promise and result blend together into a higher feeling. When that happens, it is an undescribable emotion.

These are the films, that I'm looking forward to see and enjoy. They are placed in no particular order.

1) Heartbeats / Les Amours Imaginaries (Xavier Dolan)

2) Nuuminoq (Otto Rosing / Torben Bech)

3) I rymden finns inga känslor (Andreas Öhman)

4) Eksperimentet (Louise N.D. Friedberg)

5) Super (James Gunn)

6) Somewhere (Sofia Coppola)

7) Buried (Rodrigo Cortés)

8) Boyhood (Richard Linklater)

9) Melancholia (Lars von Trier)
10) The Golden Age (Cristian Mungiu)

11) The American (Anton Corbijn)

12) Any film by Sakaris Stórá, Julia í Kálvalíð, Anton Petersen, Heiðrik á Heygum and Johan Rimestad.

lørdag den 8. maj 2010

Týskur Biskuppur sigur seg sjálvan úr starvi


Seinastu tíðina hevur nógv rumbul verið í katólsku kirkjuni, og nú hevur ein týskur biskuppur játta, at hann hevur sligið børn í meira enn tredivu ár. Hann er ikki ákærdur fyri kynsliga misnýtslu, men heldur fyri óneyðuga harðliga revsing av børnum.

Síðani 70'ini hevur biskuppur Walter Mixa úr Augustburg í Týsklandi verið ákærdur fyri at sláa børn ið búði á einum katólskum barnaheimi. Fyrst nú viðgongur hann, at ákærurnar eru sannar, og hann hevur biðið harranum um fyrigeving. Eisini sendi hann mánadagin eina umbøn til pávan um at fáa loyvi at loysa seg sjálvan úr starvinum sum biskuppur. Í gjár játtaði Bænadikt pávi umbønina, uttan at koma við nakrar viðmerkingar til miðlar.

Walter Mixa hevur í einum stuttum tíðindarskrivi sagt, at hann ”biður um fyrigeving frá øllum teimum fólkunum ið hann hevur sært og givið hjartasorg”.
Katólska kirkjan er nú eisini farin í hálvt við at kanna aðrar ákærir mótvegis barnaheiminum hjá Walter Mixa.

Mynd: Wordpress,com
Kelda: BBC.co.uk

Andrias Høgenni (Til MESS)

torsdag den 29. oktober 2009

onsdag den 13. august 2008

Mín fyrsti bloggur

Ja, so fekk eg mær ein blogg:)

#37
Eg skrivi enn mítt navn við lítlum
Veit ei hví
Mangli kanska okkurt
Ið aðrir menn hava

Tó gráti eg ei
Tá songartíð er
Tí eg eri tolin

Kanska fari eg ein dag
At skriva navnið við stórum
Sum tann egoisturin eg eri
Gleði meg sum eitt smábarn
:)

#36
Har er ein bonkur uttanfyr handilin
Sum eg arbeiði í hvønn dag
Har sótu fyrr tveir gamlir menn
Og tosaðu um farnar dagar

Ein hevði verið í Singapore
Drukkið øl og etið kvinnur
Hann minntist allar løturnar
Við vinunum á bryggjuni

Hin hevði verið harrans maður
Saman við mongum øðrum
Varð partur av einum stórum
Frælsum heimi

Enn vóru teir fastir vinir
Aftaná mong harrans ár
Ein dagin fóru teir burtur frá bonkinum
Eg sá teir ongantíð aftur

Skrivað í arbeiðstíð; 6. august 2008